| 21.03.2010 Fótbóltsárið 2010 byrjað Stuttligt er at síggja, nú 105 ár eru liðin síðan MB varð stovnað, at bláu og hvítu blusurnar enn bleiktra á snórunum í bygdini. Gamaní verða búnarnir vaskaðir við Ariel Mega Light, og ikki lagdir í landtunnuna, soleiðis at litirnir og lukturin eru munandi betur. Men eins og fyri 105 árum síðani savnast bygdarfólkið enn um felagið og ungdómin Niðri á Sandinum. Fyrsti dysturin á árinum endaði við ósigri, men hóast steypakappingin endaði fyri MB á hesum sinni, er nógv at spæla fyri. Mótstøðuliðið Skála, sum fekk skarpan gang í fjør, fóru úr bygdini við einum sigri í pjøkanum, og víðari luttøku í kappingini um Løgmanssteypinum. Hetta var fyrsta styrkisroyndin hjá unga MB liðnum, sum framyvir fer at menna seg til at kunna bjóða teimum "størru" liðunum av. Áskoðarar og stuðlar bíða spentir til næsta dyst. |
![]() ![]() |



